- Home >
- Customer Service >
- Kundatænasta
Kundatænasta
- Upplýsingar um Barnalund
- Eigarar: Randi og Eyðfinn Debes
Barnalund
Bíarvegur 106
Fo. 850 Hvalba
Føroyar
Tlf. nr: 261380
- Teldupostadressa: mail@barnalund.com
Eik Banki: 9181-1649126
V-tal: 576824 - Vøruavgreiðsla
- Barnalund sendur vørur við Posta (uttan annað er viðmerkt) til móttakara sama dag hon er bíløgd, um bíleggingin er farin framm áðrenn kl.12. Veitingartíðin við Posta er frá 1-4 dagar. Rættstundis veiting er tó treyta av, at Posta yvirheldur veitingartíðina. Um tað verða seinkanir hjá Posta, vil hettar somuleiðis seinka vøruveitingina. Barnalund kann ikki ábyrgja fyri seinkanir hjá Posta. Vørur verða veittar við Posta, og er postgjaldið einans 20 kr. fyri hvørja sending.
Viðvíkjandi sendingum til útlendskar adressur, er postgjaldið 50 kr. Mvg verður trekt av vøruni áðrenn tú gjøgnumførir keypið, er tín adressa útlendsk. Er vøran ein gáva, hevur tú møguleika fyri at skriva gávuboð og at fáa vøruna pakkaða inn. - Gjaldshættir
- Barnalund tekur ímóti gjaldingum við Dankort, eDankort, VISA, VISA-electron, MasterCard, Maestro og JCB. Upphæddin blívur ikki flutt av konto tínari fyrr enn sama dag vøran verður avsend. Barnalund krypterar allir tínir kortupplýsingar við SSL (Secure Socket Layer) protokol. Tað merkir at óvikomandi ikki kunna síggja títt kortnummar ella aðrir upplýsingar undir søluni við PBS. Handilin er 100% tryggur. Tað eru nógvir fyrimunir við at gjalda við korti, tá ið ein handlar á netinum. Um tú hevur goldið við korti, kannst tú fáa peningin aftur frá bankanum, um handilin skyldar tær pening:
- um vøran ikki verður leverað
- um tú vilt brúka tín iðranarrætt, og noktar at móttaka vøruna.
Tað er tín rættur, og tað eru tey ið hava givið tær kortið (oftast tín banki), sum skulu geva tær peningin, seinast 2 dagar eftir, at tey hava móttikið tíni boð. - Trygd & persónligir upplýsingar
- Eingir persónligir upplýsingar sum verða skrásettir hjá Barnalund verða nakrantíð givnir, seldir ella gjørdir atkomandi fyri triðjapart. Allir upplýsingar verða goymdir á ein tryggan hátt, og eru bert atkomiligir fyri starvsfólk hjá Barnalund. Í samband við evt. elektroniskari gjalding, verður ein forbronglaður háttur brúktur gjøgnum e-handils skipanina. Hann er góðkendur av E-merkinum (E-mærket). Handilsskipanin brúkar cookies til at skipa innihaldið í barnavogninum. Ein cookie er bert eitt heiti fyri eina fíl sum verður goymd á tínari teldu. Vit brúka hesar cookies til at kenna teg aftur og fyri t.d. at minnast hvørjar vørur ið eru í innkeypskurvini tá ið tú keypir online hjá Barnalund. Tað er harumframt møguligt at biðja skipanina goyma tínar adressuuplýsingar til næstu vitjan. Ynskir ein seinni at strika hesar upplýsingar kann hettar henda við at stilla browsaran. Í Internet Explorer hendir hettar t.d. gjøgnum menu "Funktioner" og menupunktið "Internetindstillinger". Undir eitt keyp biða vit um navn, adressu, telefonnummar og t-post adressu. Hesir upplýsingar nýtast bara til at viðgera bíleggingina. Upplýsingarnar verða sendir og goymdir elektroniskt í bronglaðum formi og verða goymdir í 5 ár samsvarandi við "bogføringsloven". Sjálvt keypsavtalan verður ikki goymd hjá Barnalund uppá tann hátt at tú kanst rita inn og hyggja undir bíleggingarstøðu. Harafturat skráseta vit IP-adressuna har ið evt. keyp er farið framm. Upplýsingarnir verða ikki brúktir, uttan at teir skullu kannast av løgregluni. IP adressan verður goymd so leingi sum tað er neyðugt fyri eini møguligari kanning av løgregluni. Allar falsar bíleggingar verða meldaðar til løgregluna. Ein kann harafturat fáa sína t-post adressu tikna við á ein lista hjá Barnalund, soleiðis at ein kann móttaka tíðindi og aðrar upplýsingar frá Barnalund. Henda tænastan kann ein altíð tekna seg til ella tekna seg frá eftir ynski. Sum skrásettur hjá Barnalund hevur tú eftir persóndatalógini altíð rætt til at nokta fyri at skráseta teg, og til at fáa innlit í teir upplýsingar sum vit hava um teg. Tað fært tú við at seta teg í samband við Barnalund. Við grundarlag í møguligum mótmæli sletta vit upplýsingar í tí umfangi tað verður ynskt.
- Iðranarrættur
- Tað er 30 dagar returrættur á vørunum, rokna frá tí degi tú móttekur bíleggingarváttanina (tó ikki galdandi fyri "persónligt teppi" ella vøru frá "Min Personlige Sut", ið ikki ber til at angra eftir bílegging). Ein treyt fyri at kunna lata vøruna inn aftur er, at merkið ikki er tikið av vøruni. Um tú velur at angra keypið, skalt tú senda okkum vøruna í sama standi og mongd sum tú fekst hana í. Tú kanst angra keypið áðrenn vøran er móttikin, við at tú letur vera við at heinta vøruna á Posta. Ein triðji møguleiki er at levera vøruna sjálv á adressuni: Bíarvegur 106, Hvalba. Tá ið vøran er móttikin retur og góðkend, fært tú peningin aftur til tína konto innanfyri fáir dagar. Prísin fyri aftursenda vøru rindar tú. Um vøran skal sendast aftur til okkum, orsakað av skeivari stødd, rindar kundin postgjaldið fyri at senda vøruna aftur til okkum. Vit rinda postgjaldið hinvegin, um onnur stødd ynskist í staðin.
- Kanna tína bílegging
- Við at stovna eina konto í okkara nethandli, kannst tú altíð innrita og kanna bíleggingar. Vegleiðing til skráseting: Á skrásetingarsíðuni skrivar tú navn, t-postadressu og loyniorð, og klikkjar á gjøgnumfør. Stovna tína kundakonto her.
- Dagføring av konto
- Tá ið tú hevur skrásett teg, kannst tú innrita og dagføra tína konto, broyta adressuupplýsingar, gjaldsupplýsingar o.a.
My Cart
You have no items in your shopping cart.



